Innanlands

Løgreglan fingið fleiri fráboðanir

Nógvur vindur er í dag, og tað er serliga úr Eysturoynni, at løgreglan hevur fingið fráboðanir um lutir, sum eru farnir ella eru um at fara í vindinum

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-09-20 14:17 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fitt av vindi hevur verið í dag, og verður eisini boðað frá nógvum vindi og avfalli næstu dagarnar, og løgreglan hevur longu fingið fleiri fráboðanir um lutir, sum eru farnir ella eru um at fara í vindinum.

M.a. varð boðað frá, at eitt spælihús er tikið í vindinum, og at aðrir lutir, eitt nú trampolinir, eru um at fara.

– Fólk ringja m.a., tí tey eru bangin um okkurt byggitilfar, sum liggur leyst úti, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.

Tað er mest úr Eysturoynni, í Runavík-økinum, at løgreglan hevur fingið fráboðanir, men fólk hava eisini ringt úr høvuðsstaðarøkinum.

Eingin fráboðan hevur tó verið um nakran álvarsaman vindskaða, sigur vaktleiðarin, sum leggur afturat, at fólk nú mugu minnast til at tryggja leysar lutir, sum liggja uttanfyri.

Landsverk boðar eisini frá nógvum vindi kring landið, (koyrilíkindini síggjast her).

Dagførd kl. 14.25

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder