Innanlands

Løgreglan fingið betri umstøður

Politistøðin á Trapputrøðni er nú tikin í nýtslu - sí myndirnar

Alarmsentralurin (Mynd: Jens Kr. Vang)

Alarmsentralurin (Mynd: Jens Kr. Vang)

2021-07-05 14:19 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Eftir rættiliga drúgva umbygging, var nú endiliga klárt hjá løgregluni í Føroyum at flyta inn í nýggju støðina, sum er innrætta í um- og útbygda bygninginum á Húsagøtu, sum upprunaliga varð bygdur at vera høvuðssæti hjá Sjóvinnubankanum.

Bygningurin er umbygdur fyri upp móti 140 milliónir krónur, og arbeiðið gjørdist rættiliga nógv drúgvari enn upprunaliga mett.

Men nú hava føroysku løgreglufólkini so fingið heilt góðar umstøður. Løgregluliðið hevur ikki havt ein bygning, ætlaðan til endamálið, síðan tey máttu flyta út úr støðini í J. Broncksgøtu vegna blámusopp fyri fleiri árum síðani.

Hesa tíðina hevur løgreglan hildið til í sama bygningi úti við Strond, sum Fiskimálaráðið húsast í.

Nógvir framkomnir hentleikar eru í nýggju støðini. Eitt nú er alarmsentralurin so væl útgjørdur tøkniliga, at talan er um mest framkomna av sínum slag í danska ríkinum, verður sagt.

Starvsfólkaumstøðurnar eru eisini góðar við stórari matstovu til tað eftirhondini stóra liðið av løgreglu- og umsitingarfólki, sum arbeiðir hjá landsfútanum.

Í kjallarahæddini eru eisini fýra klivar, so tað ikki longur er neyðugt at koyra fólk, ið eru eru handtikin í høvuðsstaðnum, til Klaksvíkar fyri eitt nú at sova rúsin av sær, ella bíða eftir at stillast fyri dómara.

Í tilknýti til nýggju støðina er eisini ein innilokaður parkeringskjallari, so stóri flotin av løgregluakførum kann standa innandura, nakað, ið eisini verður hildið at vera hent, tá fólk skulu takast inn á støðina.

Fríggjadagin var stóri flytingardagurin, og í dag var fyrsti vanligi arbeiðsdagurin í nýggja høvuðssætinum hjá fólkunum, sum starvast undir Michael Boolsen, landfúta, og Steen Nørskov, chefpolitiinspektøri, á Trapputrøðni.

Myndirnar herundir hevur Jens Kr. Vang tikið 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder