Innanlands

Løgreglan fekk fleiri fráboðanir um grind í gjár

Fyrst varð springarabólkurin sæddur út fyri Rituvík, síðani í Hoyvík og í Sundalagnum, men orsakað av tilmælinum um frástøðu, verður eingin grind hildin til í løtuni

Mynd: Jn.fo

Mynd: Jn.fo

2020-05-11 12:08 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Løgreglan fekk í gjár fleiri fráboðanir um springarabólkin, sum varð sæddur millum oyggjarnar í gjár.

Fyrsta fráboðanin kom klokkan 13 um, at hvalirnir vórðu sæddir út fyri Rituvík. Fráboðanirnar vórðu ymiskar. Summi vildu vera við, at talan var um grind, meðan onnur søgdu tað vera springarar, sigur vaktleiðarin á politistøðini.

Seinni komu eisini fráboðanir úr Hoyvík og úr Sundalagnum, men einki varð gjørt við hvalirnar. Orsøkin var, sum kunnugt, avgerðin hjá sýslumonnunum um, at eingin grind verður hildin til so leingi sum tilmælini um frástøðu eru galdandi.

Mett varð, at talan var um uml. 200 springarar. Sí filmsbrot av springarunum her.

Les eisini: Springarabólkur svimur millum oyggjarnar

Finnbogi Midjord, sýslumaður í Vága- og Streymoyar sýslu, sigur við Dimmalætting í dag, at føroyingar helst ikki sleppa í grind fram til 30. juni. 

Les eisini: Mugu bíða við at fara í grind

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder