Innanlands

Løgreglan eftirlýsir stolnan bil

Ein koksgráur Renault Clio frá 2019 er stolin í Vági í dag – Fólk verða biðin um at seta seg í sambandi við løgregluna, um tey síggja bilin

Mynd: Facebook/Føroya Politi

Mynd: Facebook/Føroya Politi

2021-03-20 13:19 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag varð ein bilur stolin í Vági, og løgreglan hevur nú eftirlýst hann á Facebook.

Bilurin, sum er stolin, er ein koksgráur Renault Clio frá 2019. Bilurin hevur skrásetingarnummar SD815.

Løgreglan heitir á fólk um at seta seg í sambandi við tey, um tey síggja bilin. Hetta kunnu fólk gera við at ringja á tilf. 114.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder