Innanlands

Løgmansrøðan til umrøðu í dag

Helst gongur morgindagurin áðrenn komið er gjøgnum allan røðaralistan

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2022-08-02 08:22 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Klokkan 10 fyrrapartin verður fyrsti tingfundur í árinum eftir at tingið varð sett til seinasta tingár í hesum valskeiðinum á ólavsøku.

Skáin fyri tingfundin er aðalorðaskifti av frágreiðingini og løglistanum, sum løgmaður lat tinginum ólavsøkudag, fríggjadagin.

Roknað verður við, at eisini dagurin í morgin verður brúktur ti hetta orðaskiftið. Í fjør tók tað í hvussu so er tveir fullar dagar, áðrenn komið varð til endan á røðaralistanum.

Eitt annað mál er á skránni fyri henda næsta tingfundin í árinum. Tað er vaæ av tveimum limum til Norðurlandaráðið.

Limirnir í Norðurlandaráðnum skulu veljast av nýggjum á hvørjum ári. Í hesum tingskeiðinum hevur sambandstingmaðurin Jaspur Langgaard umboðað meirilutan á tingið við partamanninum Johan Dahl sum eykamanni.

Andstøðan valdi Høgna Hoydal tvey tey fyrstu árini við Aksel V. Johannesen sum eykamanni. Fyri ári síðan varð so býtt um, so Aksel gjørdist fastur limur og Høgni eykalimur.

Løgmansrøðan kann lesast her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder