Hálvárligur ríksifundur hevur í dag verið í Keypmannahavn við umboðum fyri donsku stjórnina og landsstýrini í Føroyum og Grønlandi.
Sum vera mann hevur spenta støðan millum USA og Grønland verið høvuðsmál, nú danski uttanríkisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, og grønlendska landsstýriskvinnan við uttanríkismálum, Vivian Motzfeldt, eru farin til Washington at tosa við amerikanska varaforsetan og verjumálaráðharran.
Ríkisfundurin er nú liðugur, og Aksel V. Johannesen verður við í tíðindunum hjá Árna Gregersen á FM1 nú klokkan 17.
Altjóða politiska støðan verður eisini evni í kjaksendingini “Stjórnin – politikkur á skák”, sum verður send beinleiðis eftir tíðindini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald