Innanlands

Løgmaður heilsaði uppá ukrainska U21 landsliðið

Sum vanligt er á dystardegi, vóru ukrainar gongutúr, og teir vóru framvið í Tinganesi í góðveðrinum. Bárður á Steig Nielsen vísti á, at føroya fólk hevur samkenslu og stendur saman við ukrainska fólkinum í krígnum móti Russlandi, skrivar Løgmansskrivstovan

Løgmaður og U21-hópurin hjá Ukraina (Mynd: lms.fo)

Løgmaður og U21-hópurin hjá Ukraina (Mynd: lms.fo)

2022-06-01 12:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í kvøld spæla U21-landsliðini hjá Føroyum og Ukraina EM-undankappingardyst á Tórsvølli.

Talan er um ein serstakan dyst á ymsan hátt, tí tað er fyrsti dystur hjá hesum ukreinska liðnum síðani russisku innrásina. Ivamál hevur verið um, hvørs Ukraina fór at halda fram í undankappingini ella ikki, men nú eru ukrainar her, og skulu í kvøld spæla móti liðnum hjá Sámali Erik Hentze.

Les eisini: Ukrainar eru á vitjan

Vanligt er ein gongutúrur partur av skránni hjá einum landsliði á dystardegi, og soleiðis hevur verið - bæði hjá tí føroyska og tí ukreinska liðnum -  í góðveðrinum í dag. 

Løgmansskrivstovan skrivar, at U21 fótbóltslandsliðið hjá Ukraina fyrrpartin spákaði sær ein túr úti á Tinganesi, og at løgmaður nýtti høvi til at fara út í tún og heilsa uppá ukrainsku fótbóltsleikarnar.

Bárður á Steig Nielsen vísti á, at føroya fólk hevur samkenslu og stendur saman við ukrainska fólkinum í krígnum móti Russlandi. Somuleiðis ynskti løgmaður ukrainsku leikarunum bestu eydnu til dystin í kvøld.

Fyrsta bríksl á Tórsvølli verður klokkan 18. Áskoðarainntøkurnar frá dystinum fara óskerdir til Reyða Kross til hjálpararbeiðið hjá felagsskapinum í samband við kríggið í Ukraina - ukreinar í Føroyum eru eisini bodnir til dystin, skrivar fsf.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder