Mentan

Løgmaður handar bókmentavirðislønina

Mentanarvirðislønirnar hjá Norðurlandaráðnum verða handaðar 2. november. Danmarks Radio sendir tiltakið beinleiðis

Bárður á Steig Nielsen (Savnsmynd: EPA)

Bárður á Steig Nielsen (Savnsmynd: EPA)

2021-10-19 13:55 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Virðislønir Norðurlandaráðsins verða í ár latnar á tiltaki, sum verður í leikhúsinum, kallað Skuespilhuset í Keypmannahavn.

Hetta hendir 2. november í sambandi við at Norðurlandaráðið heldur sín ársfund í danska høvuðsstaðnum í ár.

Og tað er eisini longu greitt, at tað verður Føroya løgmaður, sum handar heiðurslønina, sum verður mett at vera tann mest tignarliga, bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins, ið hevur verið latin síðan 1962.

[object Object]Lív Maria Róadóttir Jæger

Um løgmaður fær høvi at lata prísin til Lív Mariu Róadóttir Jæger, fáa vit so ikki at vita fyrr enn á sjálvum tiltakinum, sum verður sent beinleiðis á DR2, og helst á KvF eisini. Stuttligt hevði tað í hvussu so er verið. Lív Maria er dóttir einasta føroyingin, sum hevur fingið hesa ta tignarligastu av virðislønum Norðurlandaráðsins. Rói Paturson fekk virðislønina fyri yrkingasavnið “Líkasum” í 1986.

Nú er dóttirin tilnevnd fyri yrkingasavnið “Eg skrivi á vátt pappír”.

Tað er ikki heilt rætt, at Rói Patursson er einasti føroyingur, sum hevur fingið bókmentavirðislønina. William Heinesen hevur eisini fingið hana, tað var í 1965 fyri dansktmæltu skaldsøguna “Det gode Håb”, men hetta árið vóru tað tveir rithøvundar, sum fingu heiðurin. Hin var sviin Olof Lagerkrantz.

[object Object]Sunniva Gudmundsdóttir Mortensen (Savnsmynd: Súsanna Smith Johansen)

Norðurlandaráðið letur fimm virðislønir.

Tað verður fyrrverandi danski móttakarin av hesi virðisløn, talskvinnan móti matoyðsli, Selina Juul, sum handar virðislønina. Millum møguligu móttakararnar er føroyska Sunniva Gudmundsdóttir Mortensen og hennara átak fyri at menna lokala matframleiðslu, Matkovin, sumer tilnevnd.

Sjónleikarin, sum er aktuellur í nýggja James Bond filminum og í spennandi Netflix-føðini “Kastanjemanden”, David Denick, letur hensa heiðurslønina. Føroyar gera ikki tilnevningar til hesa heiðurslønina.

[object Object]Eivør

Kórleiðarin og tónasmiðurin, og vælumtókti sjónvarpsverturin, Phillip Faber, handar tónleikavirðislønina í ár. Føroyar hava tilnevnd Eivør Pálsdóttir til hesa heiðurslønina, sum annað hvørt ár verður latin einum tónasmiði og einum virkandi tónleikara.

Tónleikavirðislønin verður mett at vera tann næst mest tignarligasta av heiðurslønunum eftir bókmentavirðislønina.

Henda virðislønin er latin síðan 1965, og eisini her er hon bert eina ferð latin føroyingi. Tað er Sunnleif Rasmussen, sum fekk virðislønina í 2002 fyri symfoniina "Oceanic Days".

[object Object]Marjun Syderbø Kjælnes

Nýggjasta virðislønin er hon fyri barna- og ungdómsbókmentir. Bárður Oskarsson vann hesa virðislønina fyri trimum árum síðani. Í ár er Marjun Syderbø Kjelnæs tilnevnd fyri bókina “Sum rótskot”. Enn er ikki kunngjørt, hvør letur hesa virðislønina.

Vertur fyri tiltakinum í Skuespilhuset verður norski sjónleikarin, Jakob Oftebro, seinast sæddur í danska stórfilminum “Margrethe I”.

Undirhaldinum annars standa Tina Dickow, Vocal Line, Mathias Heise Trio og Helgi Jónsson fyri. Tiltakið endar við velagssangi, har DR Pigekoret syngur fyri.

placeholder
placeholder