Innanlands

Løgmaður: Føroyar stuðla Grønlandi

Aksel V. Johannesen skal á ríkisfund í Keypmannahavn í morgin. Fundur er eisini í samstarvsráðnum, og millum onnur luttaka Sirið Stenberg og Ruth Vang

Aksel V. Johannesen skal aftur tosa við ovastu leiðararnar í Danmark og Grønlandi (Mynd: Sverri Egholm)

Aksel V. Johannesen skal aftur tosa við ovastu leiðararnar í Danmark og Grønlandi (Mynd: Sverri Egholm)

2026-01-13 15:21 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Aksel V. Johannesen, løgmaður, Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkis- og mentamálum, og Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, fara í dag til Keypmannahavnar á ávegis ríkisfund og fund í samstarvsráðnum. 

Fundurin verður hildin í morgin, 14. januar. Hetta staðfestir Løgmansskrivstovan.

Hetta er triðju ferð, at skipað verður fyri ávegis ríkisfundi og fundi í samstarvsráðnum í januar mánað. Fyrstu ferð var í 2024.

Sí eisini: Sí eisini: Vit standa saman og velja kongaríkið frammum USA

Grønland yvirtók um ársskiftið formansskapin í samstarvsráðnum, og vanligi ríkisfundurin og fundurin í samstarvsráðnum verða tí í Grønlandi í juni.

- Støðan er tann, at stórveldini vísa ein øktan áhuga fyri Arktis og norðurleiðum. Í seinastuni hevur orðaskiftið snúð seg um framtíðina hjá Grønlandi. Tað hevur týdning fyri meg at endurtaka boðskapin frá í fjør og siga beinleiðis við stjórnina í Grønlandi, at Føroyar stuðla Grønlandi, og at grønlendska fólkið – og eingin annar - eigur avgerðina um framtíðina hjá Grønlandi, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder