Innanlands

Løgmaður: Alivinnan skal framhaldandi kunna vaksa

Ætlanin er at tillaga tøkugjaldið, so tað avspeglar nýggja veruleikan við hækkandi rávøruprísum segði løgmaður í ólavsøkurøðu síni.

2022-07-30 15:30 Author image
Jan Müller
placeholder

Løgmaður Bárður á Steig Nielsen vísti á, at alivinnan stendur fyri meir enn helvtini av útflutninginum og ger stórar íløgur fyri at betra um framleiðslu, tøkni og burðardygd, fyri at tryggja kappingarførið og helt fram:  

-Alivinnan skal framhaldandi kunna virka og vaksa á tryggum grundarlagi. Laksaprísurin hevur verið óvanliga høgur seinastu tíðina. Framleiðslukostnaðurin er eisini hækkaður, orsakað av hækkandi rávøruprísum. Ætlanin er tí at tillaga tøkugjaldið, so tað avspeglar nýggja veruleikan, segði Bárður á Steig Nielsen m.a.  í løgmansrøðu síni.

(ólavsøkufrágreiðing-løgmans-2022-endalig.pdf (cdn.fo)

Hetta má sigast at verða í tráð við tað, sum nevndarformaðurin á Bakkafrost, størstu alifyritøkuni í landinum,  Rúni M. Hansen segði á aðalfundinum í ár um íløgurnar fyri 2022. Hann segði tá:

-íløgurnar í 2022 verða sera stórar, heilar 1,7 milliardir krónur. Av hesum verða 1,1 milliardir nýttar í Føroyum og 600 milliónir verða nýttar í Skotlandi. Endamálið við íløgunum er at brynja felagið til framtíðina við at minka um lívfrøðiliga váðan, betra um kappingarførið og skapa burðardyggan vøkstur. Umframt hetta skapa tær stórt íkast til samfelagið, segði Rúni M. Hansen m.a.

Fiskur.fo | -Okkara skylda at økja framleiðsluna av laksi (portal.fo)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder