Innanlands

Lógaruppskot um at keypa fastogn í Føroyum á veg

- Endamálið eigur at vera, at ein eigari hevur tilknýti til Føroyar, so at útlendingar ikki eiga alt ov nógvar fastognir í ávísum økjum, Hinvegin mugu vit ikki seta óneyðugar forðingar fyri útlendskum vinnuvirksemi, svarar Løgmaður

2020-12-10 13:47 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Løgmansskrivstovan arbeiðir í løtuni við málinum um møguleikan hjá útlendingum at keypa fastogn í Føroyum, og tíðliga í 2021 verður lógaruppskot sent til ummælis.

Hetta skrivar Løgmansskrivstovan á heimasíðu sínari

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, svaraði í gjár skrivligum § 52a fyrispurningi frá Jóhannis Joensen, løgtingsmanni, um at forða útlendingum at keypa fastogn í Føroyum.

Løgmaður slær fast, at tað ikki skal verða á tann hátt, at útlendingar kunnu keypa nógva jørð og ogn undir seg, fyri síðani at lata tey standa óvirkin og órøkt, og at tilknýti til Føroyar er umráðandi. Tó framgongur í svarinum hjá Bárði á Steig Nielsen, at hann ikki vil seta óneyðugar meinbogar í vegin: 

- Eg haldi, at endamálið við at áseta reglur á hesum økinum eigur at vera, at vit onkursvegna tryggja okkum, at tey, sum eiga fastogn í Føroyum, hava tilknýti til Føroyar. Eisini er neyðugt at byrgja uppfyri, at útlendingar ikki eiga alt ov nógvar fastognir í ávísum økjum í landinum. Hinvegin mugu vit heldur ikki seta óneyðugar forðingar fyri útlendskum vinnuvirksemi í Føroyum

Tað eru enn ivamál, sum støða skal takast til saman við øðrum myndugleikum, áðrenn uppskotið verður liðugt, ger løgmaður greitt í svarinum. Arbeitt hevur verið við málinum síðani í februar í ár

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder