
Vikuskiftið 15. til 17 august verður Ljósfest í Vági. Talan er nú um eitt árligt tiltak aftur - eitt vikuskifti við tiltøkum og tónleiki.
Ljósfest var eisini fyrr í Vági - frá 1921 og nøkur ár fram á gamla skúlalagnum.
Vágs kommuna skrivar, at hetta var fyri at hátíðarhalda fyrsta EL-verkið í Føroyum og í danska kongaríkinum, sum var bygt í 1921. Talan er um el-verkið í Botni í Vági.
100 ára hald saman við Sev
Í 2021 avgjørdi Vágs Kommuna at skipa fyri einum degi í Vági, har list, tónleikur og tiltøk eru á skrá. Hettar saman við SEV, fyri at seta dám á 100 ára dagin fyri fyrsta el-verki í landinum, nemliga el- verkið í Botni í Vági.
Ljósfestin í ár er sostatt tann fimta, sum Vágs Kommuna hátíðarheldur síðan 2021.
Ljósfestin í ár byrjar fríggjakvøldið 15. august og endar sunnukvøldið 17. august.
Byrjað verður í morgin, fríggjakvøldið, og stóri dagurin er leygardagurin. Tá setur Dagfinn Olsen eisini Ljósfestina, og nógv ymiskt er til børnini eisini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald