Innanlands

Føroya Banki eitt av bíligastu bankapartabrøvum á danska keypsskálanum

Millum miðal stórar bankar í danska kongaríkinum, er Føroya Banki eitt av teimum partabrøvunum við bestu lyklatølunum

(Savnsmynd: Føroya Banki)

(Savnsmynd: Føroya Banki)

2026-07-12 21:26 Author image
Birgir Nielsen, Nira
placeholder

Samanborið við samanbarlig donsk bankapartabrøv á OMX Mid Cap vísitalinum, sum eru miðal stórir bankar í danska kongaríkinum, er Føroya Banki í dag eitt av teimum partabrøvum við teimum bestu lyklatølum.

Føroya Banki er tí í dag eítt av teimum bílagastu bankapartabrøvunum á danska partabræva keypsskálanum OMX Mid Cap.

Føroya Banki hevur virksemi í Føroyum við banka og tryggingarfelag umframt bankadeild í Grønlandi.

Undantikið Grønlandsbankan hava allir hinir bankararnir í okkara kanning virksemi í Danmark.

[object Object]Kelda: www.euroinvestor.dk (gula merkini vísa har ið Føroya Banki hevur bestu lyklatøl)

Føroya Banka partabrævið var tann 10-07-2026 handlað fyri 266,50 DKK pr. partabrøv.

Í 2025 hevði Føroya Banka partabrævið eina sera góða partabrøvagongd, har partabrævið vaks heili +75,5 prosent í kursvirði. Donsk bankapartabrøv høvdu eisini, sum sæst omanfyri, somuleiðis ein sera stóran kursvøkstur í 2025.

Vinningsbýti til partaeigararnar fyri 2025 roknskaparár var á síðsta aðalfundi hjá Føroya Banka samtykt at verða 21,04 kr. fyri hvørt partabræv. Hetta gav partaeigarunum í Føroya Banka 8,17 prosent afturat í vinningsbýtisavkasti áðrenn skatt.

[object Object]Kelda: www.foroyabanki.com 

Higartil í 2026 hevur gongdin tó ikki verið eins góð sum í 2025. Føroya Banka partabrævið hevði fram til 10-07-2026, ella vanliga nevnt ÁTD, eitt samlað kursfall á -5,8 prosent.

Samanborið við hini bankapartabrøvini (sum í meðal eru hækkaði við +3,8%) liggur Føroya Banka partabrævið tí uml. 10 prosent aftanfyri tilsvarandi bankapartabrøv í teirra nettokurshækking higartil í 2026.

Síðsta mánaðin er Føroya Banka partabrævið tó økt +6,18 prosent í virði.

Góð lyklatøl
Føroya Banki hevur sum heild flestu bestu lyklatøl hjá teimum 7 bankunum í OMX Mid Cap. Hetta sæst í tabellini omanfyri.

P/E virði er 9,24, har tað bert er Grønlandsbankin við 8,64 sum er betri. Hinir bankarnir liggja omanfyri 10.

Lyklatalið P/E verður vanliga roknað sum eitt tað týdningarmesta, tí tað sigur hvussu dýrt ella bíligt eitt partabræv er.

ROE, ella eginpeningsavkastið er fyri 2025 heili 14 prosent, har tað bert er Djursland Bank við somuleiðis 14 prosent sum hevur tað sama ROE avkastið.

Yvirskotsgradin, sum er tað sum vísur, hvat ið liggur eftir av umsetningum á rkstrinum, er eisini hægst hjá Føroya Banka við 47,3 prosentum.

Føroya Banki hevur eitt høgt árligt vinningsbýti, sum verður útlutað til partaeigarnar. Síðsta vinningsbýti var heili 69,9 prosent av ársúrslitinum, sum var 21,04 DKK pr. partabræv.

Meting hjá Føroya Banka fyri 2026
Føroya Banki hevur 30-04-2026 í samband við 1. ársfjóring úrslitið upplýst marknaðinum, at metta ársúrslitið fyri alt 2026 væntast at verða millum 195 – 235 mill.DKK. Fyrsti ársfjóringur gav eitt avlop á 55,9 mill.DKK.

Í almennari fráboðan 29.juni 2026 hevur Føroya Banki eisini boða frá at útláns- og innlánsrenturnar hækkað upp til 0,25 prosent frá 27. juli 2026.

Tá ið renturnar hækka á hendan hátt, verður millum bankafólk vanliga mett, at rentumarginalurin óiva eisini kemur at betrast seinna hálvár 2026. Hetta kann so verða eitt tekin um, at tað kann betra um ta longu fráboðaða metta ársúrslitið á 195 – 235 mill.DKK. Men hetta fáa vit so at hoyra seinni frá Føroya Banka leiðsluni.

--

Aðrar greinar um íløgur í partabrøv

Bakkafrost partabrævið samanborið við MOWI og Salmar partabrøvini
Partabrævaíløgan fyrra hálvár ein vøkstur uppá hálvtannað prosent
Samansetingin vøkstur upp á 4,3 prosent í ár
Partabrævasamansetingin gav eitt avkast upp á 5,44 prosent í januar
Uppskot til partabrævakeyp til 2026
Gongdin á ymiskum partabrævamarknaðnum higartil í 2025
Um partabrøv 2: Íløgumøguleikar í partabrøv
Um partabrøv 1: Íløgumøguleikar í partabrøv


--

Ábyrgdarfráskriving

Vit skulu boða frá at hvørki ráðgevararfelagið Nira, undiritaði ella Portal.fo kunnu ábyrdast á nakran hátt um lesarin velur at fylgja teimum íløgum, sum vit vísa á í hesum og komandi greinum, og um gongdin eitt tíðarskifti ikki verður nøktandi.

--

[object Object]
Birgir Nielsen
Búskaparfrøðingur
Ráðgevarafelagið Nira Sp/f

[object Object]


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder