Uttanlands

Frakland: 32 fólk undir illgruna fyri eldásetan

Fleiri flond í Suðurevropa eru rakt av náttúrueldum í løtuni

(Mynd: Gabriel Bouys/AFP/Ritzau Scanpix)

(Mynd: Gabriel Bouys/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-07-11 20:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í fleiri londum í Suðurevropa stríðast tey í løtuni við at basa náttúrueldum, m.a. í Fraklandi, og har eru 32 fólk handtikin og undir illgruna fyri eldásetan í 22 landspartum.

Slíkar gerðir, sum hava við sær vanlukkuligar avleiðingar og seta lívið hjá sløkkiliðsfólki í vanda, kunnu ikki góðtakast, sigur franski innlendismálaráðharrin, Laurent Nuñez sambært DR.

Frakland hevur skrásett óvanliga nógvar náttúrueldar í ár. Tilsamans eru skrásettir 275 náttúrueldar. Hetta er fyrstu ferð í 20 ár, at talið er so høgt so tíðliga í árinum.

12 deyð í Spania
Í Spania, har náttúrueldar eisini herja í løtuni, boðaðu myndugleikarnir í gjár frá, at náttúrueldar hava kravt í minsta lagi 12 mannalív, og at 23 fólk eru saknað.

Ein spanióli var millum tey, sum lótu lív, tá tey royndu at rýma undan eldinum nær við býin Los Gallardos, og líkt er til, at hini eru útlendingar, skrivar Reuters.

[object Object]
(Mynd: Jorge Guerrero/AFP/Ritzau Scanpix)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder