Innanlands

Livar og teir inni mánanáttina ella mánamorgunin

- Vit gleða okkum allir til at síggja land, sigur Livar Nysted, nú teir bara eru 90 fjórðingar úr landi

2020-04-25 17:48 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Buldraligi túrurin hjá Livar Nysted og hinum umborð á bátinum Rose nærkast einum enda. Teir eru umleið 90 fjórðingar úr landið, og vænta at vera inni mánanáttina ella mánamorgunin.

Í fleiri dagar hava teir siglt uttan róður, og tá er ikki nemt. Ferðin úr Portugal til býin Cayenne í Franska Gujana, Suðuramerika, er góðar 3700 fjórðingar, og tá 900 fjórðingar vóru eftir, blivu teir álopnir av einum stórum hávi, sum gjørdi enda á róðrinum.

- Nógvur streymur trýstir okkum nakað norður. So vit stríðast við at halda kós, og skulu helst royna at koma einar tíggju fjórðingar longur suður. So skuldi eystanvindurin ført okkum á mál, skrivar Livar Nysted í nýggjastu støðudagføringini.

- Veðrið er skiftandi, men vit gleða okkum allir til at síggja land, skrivar Livar Nysted.

Teir fóru úr Suðurportugisiska býnum Portimao fyri 53 døgum síðani, tann 4. mars, og vænta sum nevnt at verða í Havn í Cayenne í morgin ella ovurmorgin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder