Innanlands

Lítil grind funnin í Sørvági

Enn er ikki avgjørt um hon verður hildin til

Mynd frá grindini í gjár (Mynd: Sverri Egholm)

Mynd frá grindini í gjár (Mynd: Sverri Egholm)

2018-08-22 08:03 Author image
Ari av Rana
placeholder

Ein lítil grind er fyri lítlari løtu síðani funnin í Sørvági.

- Har er ein lítil grind funnin í Sørvági, men vit vita ikki enn um hon verður hildin til, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Bíða verður eftir at seðlarnir frá grindini, sum legði beinini í Sandavági í gjár, koma út. Síðani fer sýslumaðurin til Sørvágs at vita, um hendan grindin eisini skal takast.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder