Innanlands

Lítið flogfar á veg til Føroya úr Ísland sendi MayDay

MRCC fekk boð frá JRCC í Íslandi, at ein flúgvari hevði trupulleikar við motorinum og hevði sent neyðarkall

Tilvildarlig mynd

Tilvildarlig mynd

2018-08-24 13:36 Author image
Oda Strøm
placeholder

Klokkan 11:27 fekk MRCC boð frá JRCC í Íslandi, at ein single engine flúgvari hevði trupulleikar við motorinum og hevði sent neyðarkall.

Tá var flúgvarin staddur beint vestanfyri markið. Tveir persónar vóru umborð.

Brimil og tyrlan fingu beinanvegin boð um at fara avstað. Flúgvarin kláraði tó at halda hæddina allan vegin og lendi á flogvøllinum í Vágum í øllum góðum kl 1219.

placeholder
placeholder