Innanlands

Listi C vann heima á Sandi

Sera tætt val millum listarnar - meirilutin koppaði

Heri Sverrason varð toppskorari á valinum heima á Sandi

Heri Sverrason varð toppskorari á valinum heima á Sandi

2020-11-10 20:44 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað var sera tætt millum teir báðar listarnar í Sands kommunu. Listi C fekk 185 atkvøður og fýra limir í bygdaráðnum, meðan listi A fekk fimm atkvøður færri og trý umboð í kommunustýrinum.

Tey valdu fyri lista C eru:

Heri Sverrason 46
Hanna á Reynatúgvu 36
Kristian Oskar J. Henriksen 33
Hildigerð Djurhuus 27

Tey valdu á lista A eru:

Poul Klementsen 35
Anja Sandoy 33
Bjarki Henriksen 32

Sostatt misti núsitandi borgarstjórin, Poul Klementsen, meirilutan í Sands bygdarráð. Hann tók yvir tá Brandur Sandoy, løgtingsmaður, legði frá sær sum borgarstjóri. Hinvegin er kona Brand, Anja Sandoy, nývald í bygdarráðnum. 

Toppskorarin á valinum, Heri Sverrason var eisini fyrstvaldur á lista C seinast, og er helst eitt gott boð upp á nýggjan borgarstjóra.

[object Object]
Poul Klementsen. Listi hansara misti meirilutan í bygdarráðnum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder