Innanlands

Listi A fekk allar tríggjar í Hovi

Kommustýrið er farið frá fimm niður í tríggjar limir

2020-11-10 20:54 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Seinast vóru fimm fólk vald inn í kommunustýrið í Hovs kommunu. Nú er fólkatalið í kommununi minkað so mikið, at tað hesaferð bert skulu veljast trý fólk í bygdaráðið.

Tveir listar stillaðu upp, men Listi A fór við øllum. Øll tey trý fólkini á listanum vórðu vald í bygdaráðið.

Delmar Tausen, sum fyrr hevur verið borgarstjóri í Hovi, gjørdist toppskorari við 28 atkvøðum, Bergljót Ludvig fekk 16 og Jón Midjord 19. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder