Innanlands

Listasavnið sløkkir ljósið

Hvussu síggja hugtakandi listaverkini út í bølamyrkri. Tað verður møguligt at uppliva 6. februar

(Mynd: Listasavn Føroya)

(Mynd: Listasavn Føroya)

2021-01-28 18:23 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Til Vetrarljós leygardagin 6. februar letur Listasavn Føroya dyrnar upp og sløkkir ljósið í føstu framsýningini.

-- Tit hava væntandi sæð øll tey hugtakandi listaverkini, men hava tit nakrantíð hugsað um, hvussu tey síggja út í bølamyrkri? Vápnað við lummalyktum rannsaka vit savnið í myrkri og síggja listaverkini koma til sjóndar á ein heilt øðrvísi hátt. Hetta er ein serstøk og (ó)hugnalig uppliving fyri stór og smá, sigur Listasavn Føroya.

Rundvísingar í føstu framsýningini verða alt kvøldið, har spennandi søgur um listina verða sagdar.

Hetta verður leygardagin 6. februar frá 16-20, og tað er ókeypis atgongd. Listasavnið heitir á fólk um at hava egnu lummalykt við ella brúka lyktina á telefonini.

Rundvísing er hvønn tíma, og í mesta lagi 20 fólk eru til hvørja. Tað er ikki neyðugt við tilmelding.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder