Mentan

Listahøllin í Finsen letur upp

Endamálið við Listahøllini er at veita høli til yrkislistafólk, eins og lesandi og spírar innan list, ið hava tørv á bási í styttri ella longri tíðarskeið fyri at kunna menna og skapa list

Mynd: Tórsgøta

Mynd: Tórsgøta

2020-07-11 11:14 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú hava 10 listafólk møguleika at leiga sær eina bás í Listahøllini í Finsen.

Endamálið við Listahøllini er at veita høli til yrkislistafólk, eins og lesandi og spírar innan list, ið hava tørv á bási í styttri ella longri tíðarskeið fyri at kunna menna og skapa list. Endamálið er somuleiðis at viðvirka til eitt nýtt og spennandi listaumhvørvi í Tórshavnar kommunu millum tey ungu.​

Listahøllin er partur av mentanargøtuni Tórsgøtu og fjølbroytta umhvørvinum í Finsen. Umframt tíggju básar eru eisini køkur, vesi og uppihaldsrúm.

Tilboðið er galdandi fyri borgarar í Tórshavnar kommunu og lesandi innan list, sum hava tilknýti til kommununa. Tey, ið hava áhuga fyri hesum tilboðnum, kunnu senda eina umsókn umvegis heimasíðuna hjá Tórsgøtu. Allar umsóknir verða svaraðar innan 24. august.

placeholder
placeholder