Innanlands

Lisbeth prestur ferðaleiðari á føroyaferð

Lisbeth Solmunde Michelsen hevur verið prestur í Danmark í mong ár. Hon er kend sum fyrilestrarhaldari og eitt nú fyri at hjálpa Magrethu drottning at týða hennara røður til føroyskt. Í løtuni er hon ferðaleiðari hjá felagskapinum Sunds Y’s Men’s Club, sum hevur vitjað í høvuðsstaðnum í dag

Ferðalagið hevur í dag vitjað í Tórshavn. Í morgin gongur leiðin í Eysturoynna, hósdagin undir Vestmannabjørgini og fríggjadagin m.a. til Kirkjubøar.

Ferðalagið hevur í dag vitjað í Tórshavn. Í morgin gongur leiðin í Eysturoynna, hósdagin undir Vestmannabjørgini og fríggjadagin m.a. til Kirkjubøar.

2022-08-16 20:03 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Sunds Y’s Men’s Club, ein felagsskapur sprottin úr donsku fólkakirkjuni, hvørs endamál er at stuðla kristiligum barna- og ungdómsarbeiði og øðrum kirkjuligum og sosialum endamálum.

Ferðalagið hevur eina sera fjølbroytta skrá. Í dag hevur verið vitjað í Havn, m.a. á Ráðhúsinum og í Móttøkuhúsinum, har borgarstjórin var vertur og greiddi frá um stóra listasavnið hjá Tórshavnar kommunu. Eisini vitjaðu tey í Vágsbotni.

Vitjast skuldi eisini á Skansanum, í Norðurlandahúsinum, Heinesens húsi og í Mariukirkjuni.

Lisbeth Solmunde Michelsen hevur verið prestur í Danmark í mong ár. Hon er kend sum fyrilestrarhaldari og eitt nú fyri at hjálpa Magrethu drottning at týða hennara røður til føroyskt.

Hon er eisini kend í Danmark fyri at møta til fermingar í føroyskum klæðum og at syngja føroyskar sangir fyri konfirmantunum.

Um munin millum føroyingar og danir hevur Lisbeth sagt við Kristeligt Dagblad “at færinger er i naturens vold og derfor meget inderligt religiøse, mens danskeres langt mere sekulære religiøsitet ligner deres forhold til veje: Hvis de er snoede, så retter man dem ud.”

Undirhaldandi og skemtiligur ferðaleiðari, halda tey donsku vitjandi. Hon er ferðaleiðari saman við manninum Carsten, sum er fyrrverandi dómari í Føroyum.

Tórshavnar kommuna



[object Object]

[object Object]
Ferðalagið hevur í dag vitjað í Tórshavn, evur verið vitjað í Havn, m.a. á Ráðhúsinum og í Móttøkuhúsinum, har borgarstjórin var vertur og greiddi frá um stóra listasavnið hjá Tórshavnar kommunu. Eisini vitjaðu tey í Vágsbotni 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder