Innanlands

Linjohn aftur álitisváttan frá skálvíkingum

Linjohn Christiansen hevur verið borgarstjóri í 32 ár

2020-11-10 21:34 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Linjohn Christiansen er tann borgarstjórin, sum hevur sitið longst í embætinum.

Og alt bendir á, at skiparin hjá Royal Greenland, sum hevur sitið sum borgarstjóri síðan 1988, kann taka eitt tørn afturat sum ovasti fyri kommununi eystantil á Sandoynni.

Linjohn Christiansen fekk 36 atkvøður og listi hansara, Listi A, fekk fýra av teimum fimm limununum í bygdaráðnum. Hini valdu á listanum eru Anita Joensen, Bogi T. Hentze og Høgni Samuelsen.

Torkil J. Dalsgaard varð valdur á lista B. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder