Innanlands

Leyst og liðugt í Havn

Alt bendir á, at úrslitið í Havn er somikið greitt, at vinnararnir longu er farnir heim at fegnast um sigurin

Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin skipa helst býtráðssamgongu (Mynd: Sverri Egholm)

Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin skipa helst býtráðssamgongu (Mynd: Sverri Egholm)

2020-11-11 00:05 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Núverandi andstøðan við Javnaðarflokkinum og Sambandsflokkinum tekur yvir leiðsluna í Tórshavnar býráð.

Og nýggjur borgarstjóri verður the grand old man í Havn, býarkongurin Heðin Mortensen.

Javnaðarflokkurin fekk eitt gott val og fáa seks valdar býráðslimir. Saman við Annfinni Brekkstein í Sambandslfokkinum hevur núverandi andstøðan meirilutan. Alt bendir á, at listi B og C í kvøld gjørdu avtalu um samstarv í komandi setu.

Tí longu um hálvgun 12 tíðina vóru allir politikararnir farnir heim úr stórhøllini á Hálsi.

Einastu, sum sótu eftir tá klokkan fór um midnátt vóru tapararnir úr Fólkaflokkinum, Annika Olsen, sitandi borgarstjóri, og nývaldi Birgir Nielsen, sum nú skulu finna fótafestið í andstøðu.

Einasti spurningur nú tykist at vera, um Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin taka onkran afturat sær upp í meirilutaavtaluna. Fólkaflokkurin verður tað neyvan, men kanska Framsókn.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder