Fyrrapartin varð fíggjarlógin fyri 2027 løgd fram. Hon gevur eitt yvirskot - nakað sum landsstýrismaðurin vísir á, er týdningarmikið.
- Hetta hevur havt nógv at siga í tilgongdini.
Tað staðfesti Aksel V. Johannesen fyri Árna Gregersen í FM1-samrøðu fyrr í dag.
Myndir: Fíggjarlógin løgd fram
Sí eisini: Fíggjarlig og mennsikjalig javnvág á fíggjarlógini
Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum vísti millum annað á, hvussu fíggarpolitiska regluverkið hevur ein leiklut, og at neyðugt er at tálma íløgunum.
Spurdur um fíggjarlógin og ávisar sparingar fara at hava við sær, at summi almenn starv rúka, svarar landsstýrismaðurin, at soleiðis má tað verða. Hetta í ávísan mun
Tað er vegna millum annað tað, at summir stovnar verða lagdir saman, at summar duppultfuntiónir hvørva - og størv harvið ikki verða sett aftur - og so eru tað niðurløgdu sendistovurnar.
Sí eisini: Sendistovurnar í Moskva og Tel Aviv steingja
Hoyr samrøðu við Aksel V. Johannesen her
Stjórnin: Politikkararnir skulu behaga øllum inn í ævinleikan
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald