Mentan

Lena Anderssen á Voxbotn

Hon kemur við øllum sínum kendu løgum á Voxbotn í summar

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2023-04-20 17:27 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Lena Anderssen er kendur tónleikari í Føroyum og hevur givið út fleiri útgávur. Nú verður hon at hoyra á Voxbotn 2023 á fyrsta sinni. 

Hon varð fødd í Føroyum, hevur føroyska mammu og norskan/kanadiskan pápa. Hon hevur eisini búð í Kanada, men flutti sum ung aftur til Føroya og hon hevur ríkað oyruni hjá føroyingum síðan. Tað hoyrist á tónleiki hennara, at hon hevur kanadiskar røtur, tí tað munnu vera fáir føroyingar, ið syngja enska málið eins væl og hon.  

Saman við manni sínum Niclas Johannesen, hevur hon útgivið fleiri útgávur og hava tær verið sera væl móttiknar. Nakrir sangir hava eisini megnað at koma útum landoddarnar, t.d sangirnir ‘Aimee’ og ‘The Airport’ sum hava verið spældir á eitt nú P4 í Danmark og BBC í Bretlandi. 

Vit kenna eisini sangirnar I Still Love You, Oh My Lady, Home Sweet Home og Oh Brother With The Broken Wing, ið nú fara at hoyrast live, mitt í býnum í Havn. Tað verður uttan iva ein góð løta, so tak ein góðan undir armin og kom og njót konsertina vikuskifti 23. og 24. juni 2023, tá OY Voxbotn 2023 verður á skrá. 

Frammanundan er greitt, at Nathan Evans, Topgunn, Katrina frá Katrina & The Waves, RSP, Faustix, Marius, Lamin, Artigeardit, Maggie Reilly og Eyðun og Terji koma á OY Voxbotn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder