Lena Anderssen verður at hoyra á Summar Festivalinum í Klaksvík í august.
Tað boða fyriskiparar av festivalinum frá í tíðindaskrivi.
– Lena Anderssen hevur nakað upp á hjartað í sínum sangum, og hon torir at seta nakað persónligt upp á spæl, tá ið hon skrivar tekstir. Saman við manninum Niclasi Johannesen ger hon sangir, sum hann stendur fyri at framleiða, og meistarliga samstarvið hevur givið okkum fleiri poppútgávur á altjóða stigi – bæði tá ið tað kemur til sangskriving og framleiðslu, skriva fyriskiparar m.a.
– Lena Anderssen er nú farin at geva sangir út á føroyskum máli, og sangirnir hava verið sera væl móttiknir.
Summar Festivalinum verður hildin í døgunum frá 6. til 8. august.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald