placeholder
Mentan

Lena Anderssen á BBC við nýggjum lagi

“The Airport” er heitið á nýggjum sangi, sum Lena Anderssen gevur út í dag

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2021-05-07 13:56 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

“The Airport” er heitið á nýggjum sangi, sum Lena Anderssen gevur út í dag, fríggjadagin 7. mai.

Hetta er somuleiðis triðja staklagið av komandi heildar útgávuni State of the Land, sum kemur út 3. september í ár. BBC, Bristol fer í komandi viku at spæla The Airprot umframt at hava beinleiðis samrøðu við Lenu og sangin og hennara yrkisleið annars. Somuleiðis fer BBC í Norðurírlandi eisini at spæla “The Airport” í sending teirra “The Culture Café leygardagin 8. mai.

Grundsporini til The Airport eru innspæld live í mars 2018 Los Angeles við mæta enska ljóðmanninum Geoff Emerick handan knøttarnar. Hetta skuldi vísa seg at gerast seinasta heildarútgávan hjá ljóðarkitektinum aftan fyri so mætar plátur so sum Sgt. Pepper’s Lonely Hearts Club Band og Abbey Road hjá The Beatles. Emerick andaðist seinni sama ár.

Restin av upptøkunum eru gjørdar í Føroyum og strúkarar eru innspældir í Skopje í Makedonia.

Umframt amerikansku tónleikararnar Matt Chamberlain á trummum (Bob Dylan, Bruce Springsteen, Adele) og Matt Rollings á klaver (Billy Joel, Willie Nelson, Mary Chapin Carpenter) spælir Jóhannus á Rógvu Joensen bass, James Olsen, percussion, Ólavur Olsen horn og Niclas Johannesen guitarar og ymiskt annað, meðan Lena syngur lead vokal og kór stemmur.

Videolagið sæst omanfyri, men lagið er eisini tøkt á Apple Music og Spotify.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder