placeholder
Innanlands

Lekar seinkaðu aftur arbeiðinum í Sandoyartunlinum í farnu viku

1.142 metrar av tilsamans 10.785 metrum boraðir

Tunnilsmunnin í Traðardali (Mynd: Sverri Egholm)

Tunnilsmunnin í Traðardali (Mynd: Sverri Egholm)

2019-10-21 19:38 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nú eru í alt 1.142 metrar boraðir í Sandoyartunlinum. Bæði í Traðardali á Sandoynni og á Gomlurætt hevur arbeiðið í farnu viku verið merkt av, at lekar skuldu tettast.

Í Traðardali vóru 45 metrar boraðir, og har eru nú boraðir 818 metrar. Á Gomlurætt vóru 35 metrar boraðir í farnu viku, og har eru nú 324 boraðir.

Sandoyartunnilin verður tilsamans 10.785 metrar langur, og eftir ætlan verður koyrandi í 2023.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder