Mentan

Leirkerið við nýggjari bók – "Styrki í stríðnum“

Trúðboðarin Jógvan Júst Rasmussen gevur hugleiðingar út í bók

2020-10-29 09:08 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í hesum døgum kemur nýggj bók frá forlagnum Leirkerðinum í bókabúðurnar. Hesaferð er tað ein uppruna føroysk bók frá Jógvan Júst Rasmusen, trúboðara. Heitið á bókini er „Styrki í stríðnum“.

Jógvan Júst og Cathy hava verið trúboðarir á Filipsoyggjunum í mong ár, og nú búgva tey í Italia.

Tíðindabrøvini, sum Jógvan Júst hevur sent til Føroya gjøgnum árðini, hava altíð verið eyðkend av at partur av brævinum er ein lítil tileggjan frá Orði Guds. Nakað av hesum hevur Jógvan Júst nú aftur samlað í bók, júst sum hann gjørdi í fjør tá hann gav bókina „Bøkurnar í bókanna bók“ út.

Hetta eru stuttar hugleiðingar grundaðar á ávís skriftbrot, nøvn ella myndir úr Bíbliuni og er uppmuntrandi lestur til andakt og persónliga styrki. Jógvan Júst hugleiðir út frá Esaiasi profeti, Zakariasi profeti og Fyrra Pætursbrævi. Eisini hevur hann eitt brot um nøvn Guds í Skriftunum.

Bókin er longu send út til limirnir í Bókaringinum hjá Leirkerðinum, og nú er hon at fáa í bókabúðum kring landið og á www.leirkerid.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder