Uttanlands

Leikstjóri koyrdur: Hollywood-stjørnur mótmæla avgerð hjá Disney

James Gunn varð koyrdur, eftir ein røð av gomlum dagføringum, har hann gjørdi gjøldur burturúr m.a. pedofili, komu fram aftur

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2018-07-31 13:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað vakti ans í Hollywood 20. juli, tá filmsleikstjórin og handritahøvundurin James Gunn varð koyrdur av Disney, meðan hann arbeiddi við triðja filminum í "Guardians of the Galaxy"-røðini.

James Gunn varð koyrdir, eftir ein røð av gomlum twitter dagføringum hjá honum komu fram aftur.

Í dagføringunum, ið vóru skrivaðar í árunum 2008 til 2012, gjørdi hann gjøldur burturúr neyðtøku, pedofili, samkyndum, og nasistiska hópmorðinum av jødunum.

 

 

"Útsagnirnar eru skilaleysar og samsvara ikki við okkara virðir sum filmsfelag, og tí hava vit tikið avgerð um at slíta samstarvið við James Gunn," segði formaðurin í Walt Disney Studios, Alan Horn um uppsøgnina, sambært DR.

James Gunn hevur biðið um umbering fyri dagføringarnar, sum hann, sambært fleiri miðlum, eisini gjørdi longu í 2012, áðrenn hann varð settur í starv hjá Disney. Hann skilir og góðtekur tó avgerðina hjá Disney.

Tó eru fleiri Hollywood-stjørnur, ið finnast at avgerðini hjá Disney, og nú boða leikarar úr "Gardians of the Galaxy"-filmunum frá, at tey stuðla James Gunn.

"Vit stuðla James Gunn fullkomiliga. Vit eru øll skelkað yvir, at hann brádliga varð koyrdur úr starvi," boða Chris Pratt, Bradley Cooper, Zoe Saldana, Vin Diesel, Sean Gunn, Dave Bautista, Pom Klementieff, Karen Gillan og Michael Rooker frá í tíðindaskrivi.

Fleiri enn 350.000 fólk hava eisini skrivað undir gjøgnum eina talgilta undirskriftainnsavning, fyri at fáa James Gunn aftur sum leiktjóra á triðja "Guardians of the Galaxy"-filminum.

Disney hevur enn ikki svarað útsøgnunum hjá leikarunum ella undirskriftsinnsavningini, og felagið hevur heldur ikki avdúkað, hvør skal yvirtaka leikstjórastarvið hjá James Gunn.

Triði "Guardians of the Galaxy"-filmurin skuldi eftir ætlan verða frumsýndur í 2020.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder