Innanlands

Leigarin hevði verið á camping í fjøllunum

Løgreglan fór at leita í haganum eftir fólki, sum høvdu leiga bil

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

2018-07-04 14:32 Author image
Ari av Rana

Løgreglan fekk í morgun fráboðan um ein leigubil, sum hevði staði tómur síðani seinnapartin í gjár. Roynt var at ringja til leigaran av bilinum, men tað fór beint til telefonsvararan.

Løgreglan sendi eina hundapatrulju í hagan at leita, men júst sum løgreglan fór til gongu, fingu tey fatur á fólkunum.

- Tað eydnaðist at fara runt um telefonsvararan við eini skipan vit hava, so at uppkallið fór ígjøgnum. Tá fingu vit so fatur á teimum, sogur vaktleiðarin á løgreglustøðini.

Tá løgreglan fekk samband við parið, sum hevði leigað bilin, vóru tey á veg aftur úr haganum. Tey høvdu verið á camping, sigur vaktleiðarin.

placeholder
placeholder