Innanlands

Laura er fyrsta skaldsøgan hjá Birnu Breckmann

Skalsøgan snýr seg um eina viljasterka unga gentu, sum ikki hevur kent pápa sín men nú fær samband við hann

2021-07-07 14:53 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

- Laura er ein viljasterk ung genta, við undurvøkrum reyðum hári og grønum eygum, sum býr saman við mammuni heima hjá abba og ommu síni. Hon kennir ikki pápa sín, tí hann flutti heimaftur til USA uttan at vita, at mamma Lauru var við barn.

Soleiðis verður høvuðspersónurin í bókini, sum hevur sama navn, lýst.

Tað er Birna Breckmann, sum hevur skrivað skaldsøguna, ið er 120 blaðsíður til longdar. Birna hevur áður givið annað sløg av bókum út, men hetta er hennnara
fyrsta skaldsøga.

- Táið mamman hittir John og ger av at giftast við honum, og tey fáa ein son saman, broytist teirra lív á so mangan hátt. Abbin og omman eldast og doyggja, og tá verður tað Laura, sum verjir mammu og beiggja sín ímóti tí ringu vend, sum lívið hjá John tekur, og sum ávirkar tey øll skeivan veg. Laura veksur til og ger av í loynd at fáa samband við pápa sín í USA. Tað skapar teimum nýggjar og spennandi møguleikar.

"Laura" fæst nú í bókabúðunum. Bókin er lætt skrivað og lætt lisin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder