2023-03-21 12:25

Seinastu dagarnar hevur Landsverk heitt á bilførarar um at vísa varsemi, nú blot er komið í kavan, og vandi er fyri áarlopi.
Landsverk ávarar í løtuni eisini um, at nógv vatn er á vegnum uttanfyri Leynatunnilin, Leynamegin og á Norðoyrarvegnum í Klaksvík. Heitt verður tí á bilførarar um at verða varnir.
Í morgun var heldur ikki koyrandi á Selatraðarvegnum orsakað av einum skalvalopi. Men nú er koyrandi aftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald