Innanlands

Landsstýrismaður vil ikki koppsetast - ikki enn

- Fólk geva sær ov lítið far um, hvørjar avleiðingar kunnu vera av hesum koppsetingunum, sum vit kenna ov lítið til, heldur Jenis av Rana

Jenis av Rana (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Jenis av Rana (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-05-19 15:25 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, kennir seg ikki nóg tryggan við koppsetingini ímóti covid-19, so hann fer ikki at lata seg koppseta fyribils.

Tað sigur landsstýrismaðurin við VP í dag.

- Vit kenna ov lítið til langtíðarhjáárinini av teimum koppingarevnum, sum eru tøk á marknaðinum. Og vit hava eisini sæð fleiri dømi um, hvussu ósikkurt alt er, tí fleiri lond eru steðgað við at brúka ávís sløg av koppingarevni, sigur landsstýrismaðurin við Vágaportalin.

Landsins myndugleikar koppseta annars við fullari ferð, og 36 prosent av Føroya fólki hava fingið fyrra prikið meðan 14,7 prosent hava fingið tað seinna. Í kvøld koma umleið 6800 skamtar við koppingarevni til landið, so tølini fara at vaksa næstu dagarnar.

Jenis av Rana er sjálvur lækni, og má tí sigast at hava førleikarnar upp á pláss til at hava eina mening um evnið. Hann sigur, at vanliga ganga tað fýra til fimm ár, áðrenn ein við vissu kann siga, at eitt koppingarevni ella heilivágur sum heild er trygt at brúka.

- Eg haldi, at fólk geva sær ov lítið far um, hvørjar avleiðingarnar kunnu vera av hesum koppsetingunum, sum vit, eftir mínari meining, kenna ov lítið til. Tað kann skjótt vísa seg, at hetta er ein løtuvinningur, sum vit fáa, sigur Jenis av Rana við VP.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder