Innanlands

Landssjúkrahúsið: Vandin fyri koronasmittu ávirkar føðideildina

Barnakonur skulu sjálvar koma til ambulantar viðtalur, og bert ein fylgjari sleppur við inn til føðingina

Mynd: Landssjúkrahúsið

Mynd: Landssjúkrahúsið

2020-08-10 11:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Heitt verður nú á barnakonur um at koma sjálvar til allar ambulantar viðtalur. Hetta merkir, at fylgjari ikki sleppur inn í viðtaluhølið, boðar Landssjúkrahúsið frá á Facebook.

Eisini verður boðað frá, at bert ein fylgjari sleppur við inn, tá ein barnakona skal eiga, treytað av, at fylgjarin er frískur.

Mammur, sum eiga uttan komplikatiónir, og sum hava góðar royndir frá barsilstíð, verða útskrivaðar ambulant, tað vil sga umleið 12-16 tímar eftir føðing.

Fyribils verður eingin føðifyrireiking ella rundvísing á føðideildini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder