Innanlands

Landslæknin: Koppsetingin virkar eisini móti Omikron

Ongantíð hava so nógv verið smittað av koronu sum nú. Landslæknin sigur kortini, at koppsetingin verjir eisini móti at vera smittaður av Omikron-frábrigdinum

Lars Fodgaard Møller, landslækni (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Lars Fodgaard Møller, landslækni (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-01-21 09:22 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ein nýggj greining av smittutølunum í januar 2022 vísir, at koppsetingin ímóti korona verjir eisini ímóti Omikron-frábrigdinum, sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni, í fráboðan á korona.fo.

Og triðja prikið ger mun, verður sagt.

- Tá Omicron-frábrigdið kom til Føroya, fingu vit ábendingar um, at koppsetingin ikki vardi eins væl ímóti nýggja frábrigdinum, sum ímóti frábrigdunum, sum vit kendu frammanundan. Líknandi úrslit hava vit sæð í øðrum londum. Við hesi greiningini kunnu vit tó staðfesta, at koppsetingin eisini verjir ímóti Omicron-frábrigdinum, og kunnu vit nú seta tøl á, hvussu góð verjan er. 

- Greiningin vísir, at tvey prik minka sannlíkindini fyri at verða smittað niður í eina helvt, og at triðja prikið minkar sannlíkindini at verða smittaður uppaftur meira. Hvørja ferð tveir persónar, sum hava fingið triðja prikið, verða smittaðir, verða fimm ókoppsettir persónar smittaðir við korona.

91 prosent av fólkatalinum er koppsett móti koronu við tveimum prikum, og nú januar mánaði fer at lakka í móti endanum eru 47 prosent koppsett fyri triðju ferð. Kortini hava smittutølini ongantíð verið so høg. Síðani á nýggjárinum eru 6.660 fólk blivin smittað við koronu.

Eitt úrslit av greiningini er sambært landslæknanum eisini, at tey sum eru 50 ár og eldri, og eru koppsett, eru betri vard enn tey sum eru yngri enn 50 ár og eru koppsett. Hetta kemur tó av, at millum tey sum eru 50 ár og eldri, eru fleiri sum hava fingið triðja prikið, enn millum tey yngru.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder