Innanlands

Landsfelag Pensjónista vertur fyri norðurlendskum samstarvi

Nordisk Samarbets Komité, ein felagsskapur fyri pensjónistafeløg í Norðurlondum. hevur ársfund í Føroyum frá 15. til 17. septembe

Nevndin í Landsfelag pensjónista. Aftast frá vinstru: Hans Jacob á Kósini, Alfred Olsen, Vibeke Ingvarsson og Jákup Hummeland. Miðraðið frá vinstru: Beate L. Samuelsen, Ingeborg Vinther og Martin Rasmussen. Fremst: Elna Lamhauge Strøm.

Nevndin í Landsfelag pensjónista. Aftast frá vinstru: Hans Jacob á Kósini, Alfred Olsen, Vibeke Ingvarsson og Jákup Hummeland. Miðraðið frá vinstru: Beate L. Samuelsen, Ingeborg Vinther og Martin Rasmussen. Fremst: Elna Lamhauge Strøm.

2021-09-13 17:29 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í hesum døgum hevur NSK, Nordisk Samarbets Komité, ársfund í Føroyum.
NSK, sum hevur høvuðsskrivstovu í Stockholmi, er ein felagsskapur fyri pensjónistafeløg í Norðurlondum.

Í fleiri ár hevur Landsfelag Pensjónista, LP, verið limur í NSK. NSK hevur tveir árligar fundir, ið vera hildnir uppá skift millum limalondini, Svøríki, Finnland, Danmark, Noreg, Ísland og Føroyar. 

Fundurin útsettur fleiri ferðir
Hetta er aðru ferð í søgu Landsfelag Pensjónista, at tey eiga tørn at skipa fyri NSK-fundi.  Ársfundurin skuldi havt verið hildin í Føroyum í mai í fjør, men orsakað av koronu varð hetta av ongum. Í staðin varð hann hildin umvegis Zoom, ogg tað hevur verið lagið tvær ferðir síðani. Men nú eydnast endiliga at hava fund á vanligan hátt, og hann verður í Havn, skrivar Landsfelag Pensjónista í tíðindaskrivi.

Fundurin byrjar longu nakrar fáar tímar eftir, at útlendsku fundarluttakararnir loftvegis eru komnir til landið mikudagin 15. september.

Seminar
Hósdagin verður eitt seminar, har skipað verður fyri fyrilestrum.

Umframt tveir sviar, ið at hava fyrilestrar umvegis Zoom, eftirsum ikki bar til hjá teimum at koma hendavegin, fara Pál Weihe, yvirlækni, professari og granskari, og Eina Eliassen Phd-lesandi, bæði tvey frá Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, at greiða frá koronustøðuni í Føroyum og hvussu heilsustøðan yvirhøvur er millum eldri føroyingar.

Dansiringurin hjá Trónda
Áðrenn teir 19 útlendingarnir fara av aftur landinum fríggjadagin, verður høvi hjá teimum at heilsa uppá landsstýriskvinnuna í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir.

Hóskvøldið verður vitjað við Gjógv, har Hanus G. Johansen, troubadourur, fer at undirhalda eina løtu við sangi.

Koyrt verður gjøgnum nýggja og snøgga undirsjóvartunnilin millum Streymoynna og Eysturoynna, har eingin ivi er um, at listaverkið hjá listamanninum Trónda Patursson er eitt upplivilsi, ið norðurlendsku gestirnir ongantíð koma at gloyma, skrivar Landsfelag Pensjónista at enda.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder