Innanlands

Landgonguloyvið uppafturtikið

Sjófólk kunnu aftur fara í land treytað av, at sjófólkið hevur arbeiðsørindi á landi – Landgonguloyvið er tó bara galdandi fyri nærøkið við skipið

Tórshavnar havn (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Tórshavnar havn (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2020-07-28 09:41 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú landamørkini hava latið meira upp, er rætturin hjá sjófólki at fara í land komin í gildi aftur, boðar løgreglan frá.

Tað merkir, at sjófólk aftur kunnu fara í land treytað av, at sjófólkið hevur arbeiðsørindi á landi sum t.d. tá talan er um lossing, viðlíkahaldi av skipi og annað líknandi.

Landgonguloyvið er tó bara galdandi fyri nærøkið við skipið, og sjófólkið hevur ikki loyvi til at fara útum havnarøkið. Hetta merkir, at sjófólk ikki kann fara til handils, gongutúr ella á annan hátt útum havnarøkið.

Men um sjófólkið er borgari í loyvdum landi, ber til hjá viðkomandi at lata seg kanna, eins og øll onnur ferðandi eisini verða kannað, tá tey koma til landið. Er kanningarúrslitið negativt kann sjófólkið sleppa útum havnarøkið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder