Innanlands

Lambstjógv er ein góð kelda til náttúrligt karnitin

Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur kannað innihaldi av karnitin í siðbundnum føroyskum mati

2020-03-07 17:15 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur kannað innihaldi av karnitin í siðbundnum føroyskum mati. Fyrstu kanningarnar eru nú gjørdar og úrslit komin út í grein hjá fróðskaparrit.

Í Føroyum er høgur títtleiki av sjúkuni Carnitine Transporter Defekt (CTD), og taka CTD sjúklingar tilskot av karnitini. Tað er eisini umráðandi, at CTD sjúklingar eta mat, ið inniheldur karnitin, sambært heilsumyndugleikunum. Tískil er tað áhugavert at kanna innihaldið av karnitini í siðbundnum føroyskum matvørum. Karnitin er áður kannað í ymiskum matvørum, og vísir tað seg at vera hægst í kjøtvørum og lægst í grønmeti.

Í greinini verður funnið at serliga lambstjógv er ein góð kelda til náttúrligt karnitin og at innihaldið í tvøsti er væl lægri.

Greinin er útgivin í fróðskaparrit og kann lesast her.

– Heilsufrøðiliga Starvsstovan

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder