placeholder
Mentan

Laksatorgið verður 22. juli

Afturvendandi summartiltakið hjá Runavíkar kommunu verður aftur á skrá í summar

(Mynd: Visit Runavík)

(Mynd: Visit Runavík)

2023-05-20 09:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Laksatorgið, sum er afturvendandi summartiltak hjá Runavíkar kommunu, verður aftur á skrá í summar, og í ár verður tað 22. juli, boðar Visit Runavík frá í tíðindaskrivi.

– Havnalagið niðri á Støð á Glyvrum er karmur um stóra Laksatorgið. Bátafelagið spílar seg aftur í ár út, og til høvi verða kør sett upp við alskyns sjódjórum í. Skráin verður kunngjørd í næstum, men vit kunnu avdúka, at ein góð skrá verður sett saman og fevnir um undirhald til bæði børn og vaksin. Stór grill og tjøld verða á økinum, har m.a. ókeypis smakkroyndir av rávøru frá Bakkafrosti verða at fáa.

– Virkið hjá Bakkafrosti letur dyrnar upp fyri almenninginum, har skipað verður fyri rundvísing á virkinum, framløgum, tónleiki, umframt at ábit verður at fáa.

– Stóra Sølutorgið verður á økinum. Talan er um alt frá leikamarknaði, sølu av bundnum vørum, gávulutum, kaffi, endurnýtslu, pannukøkum og mongum afturat.

Í næstum ber til hjá fólki at bíleggja sær borð til Sølutorgið, og verður boðað frá hesum á heimasíðuni hjá Visit Runavík.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder