Uttanlands

Lættari hjá útlendingum at eiga hús í Svøríki

Nýggj skipan tekur av eina forðing, sum túsundtals norðbúgvar eru rendir í

2021-05-20 09:48 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Nú verður skjótt lættari hjá útlendingum, sum eiga frítíðarhús í Svøríki, at gera avtalur um eitt nú el-, tele- og internetveiting. Svenska stjórnin hevur góðtikið eitt uppskot, sum ger tað møguligt hjá útlendingum at fáa eitt sokallað samskipanarnummar – ‘samordningsnummer’.

Hetta er eitt mál, sum Markaforðingarráðið hevur arbeitt leingi við, skrivar norden.org.

Í Svøríki er tað trupult at gera avtalu um ymsar tænastur, um ein ikki hevur svenskt persónsnummar. Hetta hevur verið ein stórur trupulleiki hjá teimum umleið 22.500 norðurlendsku íbúgvunum, sum eiga frítíðarhús í Svøríki og stundum hava brúk fyri ymsum svenskum tænastum.

Higartil hava hesi ikki havt møguleika fyri at søkja um eitt samskipanarnummar, men hetta verður nú broytt. Frá 18. juni skulu útlendingar við frítíðarhúsum hava møguleika fyri at søkja um eitt slíkt nummar sambært eini samtykt í svenska ríkisdegnum í gjár.

- Hetta er ein kærkomin avgerð. Markaførðingarráðið hevur arbeitt fyri, at Svøríki skal lata upp fyri hesum møguleikanum, eftirsum núverandi skipan hevur givið fleiri túsund norðbúgvum trupulleikar. Vit skulu stremba eftir einum so frælsum flytføri sum møguligt í Norðurlondum, og hvør forðing, sum vit sleppa undan, er eitt týðandi stig á vegnum, sigur finski Kimmo Sasi, ið er formaður fyri Markaforðingarráðið.

Ráðið hevur í longri tíð verið í samband við avvarðandi myndugleikar og serliga danski limurin, Bergel Haarder, hevur arbeitt fyri hesum máli í tøttum samstarvi við áhugafelagsskapin Danske Torpare, ið er felagsskapur fyri danir við húsi í Svøríki.

Eitt samskipanarnummar er eitt samleikaprógv fyri ein persón, ið ikki er ella hevur verið meldaður til svensku fólkaskrásetingina, men tað er ikki eitt fyribils persónsnummar.

Hetta nummar gevur tí ikki beinleiðis rættindi í Svøríki, og kann tí heldur ikki brúkast til eitt nú at seta á stovn eina kontu í svenskum peningastovni, verður víst á.

John Johannesen er føroyskt umboð í Markaforðingsráðnum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder