Innanlands

Lækni: - Jenis nevnir ikki alternativið – vit kenna hjáárinini av covid19

Marner Fríðheim Kristiansen heldur, at hjáárinini av at gerast sjúkur av covid-19 eru verri enn hjárinini av koppsetingini, sum longu eru kend

Marner Fríðheim Kristiansen (Mynd av Facebook)

Marner Fríðheim Kristiansen (Mynd av Facebook)

2021-05-20 09:15 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

- Tað er rætt, sum Jenis av Rana sigur, at vit ikki kenna øll árinini av koppsetingini enn. Men hann nevnir ikki alternativið til ikki at koppseta seg. Tað er at gerast sjúkur við covid19, og vit kennaey t langtíðarárini, og tey eru ikki so tespilig.

Soleiðis segði Marnar Fríðheim Kristiansen, lækni, við útvarpið í morgun sum viðmerking til Jenis av Rana, lækna og landsstýrismann, sum í Góðan Morgun Føroyar í morgun grundgav fyri útsøgnunum frá honum, sum komu fram á Vágaportalinum í gjár.

Jenis av Rana vísti á, at hann ikki vil lata seg koppsseta so leingi vaksinurnar bert hava eitt fyribilsloyvi, tí langtíðarávirkanin av teimum ikki er kend.

- Tá eg kenni árinini, og svarið er nøktandi fyri meg, so lati eg meg koppseta, segði Jenis av Rana í útvarpinum, og legði afturat, at hann ikki ætlar at blanda seg í, hvat onnur gera.

Landsstýrismaðurin vísti eisini á, at hansara støða til koppsetingina leingi hevur verið kend, eisini í landsstýrinum.

- Eg segði tað sama í sambandi við koppsetingina fyri N1H1-vaksinuna fyri góðum tíggju árum síðani, og eg bar eisini hesa áskoðan fram í desember, áðrenn núverandi koppsetingarátakið fór ígongd, vísti Jenis av Rana á.

Kann órógva flokksórinið
Marnar Fríðheim Kristiansen óttast fyri, at útsøgnin frá landsstýrismanninum hevur við sær, at tað nú verða fleiri, sum ikki fara at lata seg koppseta. Og hetta kann føra til, at vit ikki koma fram til flokksórin, sum er treyt fyri at basa smittuni, vísti hann á.

Hann óttast ikki langtíðarárinini á koppsetingini, tí í øðrum førum hevur tað víst seg, at árinini eru kend longu eftir teir fyrstu mánaðirnir. Tað er góðkenningarproceduran, ið er orsøkin til, at tað tekur so langa tíð at fáa vaksinur góðkendar eftir vanligu mannggongdiunum.

- Vit hava roynt vaksinurnar so mikið leingi, at árinini eru kend, segði Marnar Fríðheim Kristiansen.

Hann vísti eisini á, at alternativið – at fáa covid 19 – eisini hevur álvarsligar avleiðingar. Eitt nú mistan smakki- og luktisans, men eisini øktan vanda fyri blóðtøppum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder