Innanlands

Myndir: Lægri vælluttøka í Hvannasunds kommunu higartil

Klokkan 14 høvdu 67 fólk verið á vali - tað eru 17 fólk um tíman. Hetta svarar til 20,4 prosent av teimum 329 við valrætti í kommununi, og tað eru fimm prosent færri enn um somu tíð í 2016

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2020-11-10 14:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tá ein kemur á valstaðið á Fossanesi, verður ein vælmóttikin, og toymið hjá Portalinum fekk bjóðað ræsta súpan, ræst kjøt, sodavatn og kaffi, og prátið gongur væl.

Júst tá vit vóru har tíðliga seinnapartin, vóru ikki nógv fólk á vali.

Talan er ikki um eitt stórt valstað, men 329 fólk hava valrætt. Hvannasunds kommuna fevnir um bygdirnar Hvannasund, Norðdepil, Depil, Norðtoftir og Múla. Hvannasund er størsta bygdin. Í Depli eru tvey húski, á Norðtoftum býr ein og í Múla býr eingin.

Til seinasta kommunuval høvdu 306 fólk valrætt, og valluttøkan var 88 prosent. Vanligt liggur hon upp ímóti 90 prosentum ella beint omanfyri. Tá klokkan var 14 høvdu 67 fólk verið á vali - tað eru 17 fólk um tíman. Tað svarar til 20,4 prosent av teimum 329 við valrætti. Í 2016 hevði ein fjórðingur valt klokkan 14.

Valt verður til kommunuvalið í einari skúlastovu, til skúlastýrið í einari aðrari, og í kvøld verður talt upp í fimleikahøllini.

Samanumtikið tykist nøgdsemi at vera um umstøðurnar í kommununi, tó at onkur saknar tilboð til tey eldru. Størsta ynski í kommununi er nýggir tunnlar norður Norður um Fjall. Hetta fær kommunan ikki gjørt so nógv við, men borgarar ynskja, at kommunan kann vera við til at leggja trýst á landsmyndugleikarnar fyri at fáa hetta gjøgnumført skjóast gjørligt.

Tað er ein listi og níggju valevni:

HVANNASUNDS KOMMUNA

Listi A
1. Jákup Martin Poulsen, aliformaður
2. Ingrid Petersen, borgarstjóri
3. Katrin Margreta Næs, fyrrv. Miðnámsskúlalærari
4. Pól Fuglø, formaður/samskipari
5. Albert Johannesen, smoltalari
6. Malena F. Sivertsen, stýrimaður
7. Sanna Akurstein, fólkaskúlalærari og BA í samfelagsfrøði
8. Jákup Ingi Thomsen, ljóðtøkningur
9. Hans Fuglø Christiansen, alari




placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder