
Tað er sera umráðandi, at linjuføringin til ein komandi Vestmannatunnil verður løgd soleiðis, at tunnilin verður til gagns fyri alt økið. Tunnilsmunnin eigur at vera oman fyri Kvívík, sigur Hans Jóhann Sørensen, borgarstjóri í Kvívíkar kommunu
Á heimasíðuni hjá kommununi ger hann vart við, at linjuføringin av tunlinum kann hava týðandi ávirkan á trivnað og menningarmøguleikar í økinum.
Hans Jóhann Sørensen her undir drotningavitjanini í 2021 (Mynd: Jens Kr. Vang)
Borgarstjórin í Kvívíkar kommunu, Hans Jóhann Sørensen, heldur, at tunnilin eigur at koma út oman fyri Kvívík, og at tunnilsmunnin liggur best niðan fyri landsvegin. Haðani ber til at gera eina góða frákoyring oman til Kvívíkar. Í Vestmanna eigur tunnilin at koma út inni á Fjørð nærhendis ferjuleguna.
Hendan loysnin hevur fleiri fyrimunir: Økið í Norðurstreymoy verður samansjóðað. Farleiðin millum Kvívík, Vestmanna og Válin verður stytt. Kvívík fær eina góða innkoyring ístaðin fyri ótryggu innkoyringina, ið varð gjørd í sambandi við Vestmannavegin. Og skuldi tað hent, at kommunurnar í framtíðini ætla at leggja saman, so knýtir tunnilin bygdirnar saman, skrivar kvivik.fo.
Borgarstjórin í Kvívík ávarar ímóti at leggja linjuføringina soleiðis, at tunnilsmunnin er við Leynará. Økið við Leynará og Leynavatn er ein náttúruperla, sum nógv fólk hava stóra gleði av, m.a. sílafiskarar. Ein tunnilsmunni her fer at oyðileggja restina av økinum við Leynará, og tað metir Kvívíkar kommuna, at yvirfriðingarnevndin hvørki kann ella eigur at góðtaka.
Harumframt er vandi fyri, at bygdirnar í Kvívíkar kommunu fara at liggja meira avskornar samferðsluliga við hesari loysnini. Til dømis kann hugsast, at Leynar, Stykkið og Kvívík verða niðurraðfestar í eini farleið til Vestmanna, tí tað verður ein umvegur – og sostatt ein hægri kostnaður - at røkja hesa koyringina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald