Innanlands

Kvinna forðaði kvinnu at sleppa á javnaðarlistan

Sambært Kringvarpinum setti eitt valevni hjá Javnaðarflokkinum sum krav fyri at stilla upp, at ein onnur kvinna, ið vildi stilla upp fyri flokkin, varð tikin av

Hesi trettan stilla upp fyri Javnaðarflokkin til fólkatingsvalið (Mynd: Javnaðarflokkurin)

Hesi trettan stilla upp fyri Javnaðarflokkin til fólkatingsvalið (Mynd: Javnaðarflokkurin)

2022-10-13 21:11 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fólkatingsvalstríðið hevur verið heldur tamt síðani Mette Frederiksen trýsti á knøttin  í síðstu viku, men í dag umrøða bæði Norðlýsið og Kringvarpið dramatikk á valevnislistanum hjá Javnaðarflokkinum.

Sambært Kringvarpinum var tað Barbara Gaardlykke Apol, valevni fyri Javnaðarflokin, sum setti sum krav fyri at stilla upp, at ein onnur kvinna varð tikin av listanum.

Les eisini: Barbara Gaardlykke Apol: Kenni meg ikki aftur í hasum

Norðlýsið vil vera við, at tað var komið so langt, at hendan kvinnan var komin til Føroya og skuldi vera við á myndini við øllum valevnunum, men brádliga slapp hon ikki á listan og tí sjálvandi heldur ikki við á myndina.

Orsøkin skal sambært Akseli V. Johannsen, formanni í Javnaðarflokkinum, síggjast í at kvinnan, sum ynskti at stilla upp fyri flokkin, ikki hevði verið limur í flokkinum í meira enn seks mánaðir, sum kravið annars er.

Í serligum føri kann starvsnevndin, sum telur 40 fólk gera eitt undantak fyri at fáa ein á listan, sum ikki hevur verið limur nóg leingi, men tað hevur man so ikki valt í hesum føri, sigur hann við útvarpið.

Kvinnan, sum ynskti at stilla upp er frammanundan starvsfólk hjá Javnaðarflokkinum á fólkatingi.

Hevði kvinnan fingið loyvi at stilla upp fyri flokkin, hevði javnstøða verið á listanum. Sjey kvinnur og sjey menn.

13 fólk stilla upp fyri Javnaðarflokkin til fólkatingsvalið

Aksel V. Johannesen 
Barbara Gaardlykke Apol
Bjarni Hammer
Bjørg Dam
Djóni Nolsøe Joensen
Eyðgunn Samuelsen
Henrik Old
Ingilín D. Strøm
Jóan Pauli Dahl Jakobsen
Jóhannis Joensen
Kristianna Winther Poulsen
Sigrið Sámalsdóttir Hentze
Sjúrður Skaale

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder