Innanlands

Kunnu rokna við broytingum á Suðuroyarleiðini

Boðað verður frá vindi úr eystri og landnyrðingi komandi dagarnar í hesi vikuni, og tí kann roknast við, at Smyril siglur vestanfyri onkran túrin, sigur Strandferðslan

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-03-21 16:27 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hesa vikuna kann roknast við seinkingum á Suðuroyarleiðini, sigur Strandferðslan.

Boðað verður frá vindi úr eystri og landnyrðingi komandi dagarnar í hesi vikuni, og tí kann roknast við, at Smyril siglur vestanfyri onkran túrin, og tá verður túrurin eitt sindur longri enn vanligt.

Strandferðslan sigur, at um fleiri broytingar verða á Suðuroyarleiðini hesa vikuna, verður hetta kunnað skjótast gjørligt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder