
Nú ber til hjá listafólkum at søkja um stuðul fyri fíggjarligt tap í sambandi við korona fyri tíðarskeiðið 1. mai 2021 – 31. januar 2022, og í hesum sambandi verður skipað fyri kunningarfundi á Reinsarínum.
Á fundinum, sum verður mikukvøldið 18. mai klokkan 19.30, vegleiðir TAKS listafólkum, sum vilja søkja um hjálparpakkan.
Umboð fyri TAKS, LISA og Tónleikasamband Føroya luttaka á fundinum.
Freistin at søkja stuðul fyri fíggjarligt tap, sum hevur staðist av almenna tilmælinum ímóti koronu, er 1. juni. Oyðublaðið hjá TAKS sæst her.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald