Fríðrikur krúnprinsur var á Tórsvølli til steypafinaluna í gjárkvøldið, og so gysaran millum B36 og HB. Í øllum førum ein part av vanligu leiktíðini og so longdu leiktíðina og brotssparkskappingina.
Tað var fallið honum í lut at handa heiðursmerkini til silvurvinnaran, sum gjørdist HB, og til gullvinnaran, sum gjørdist B36. Við sær hevði hann sonin Christian prins, og ein riðil av miðlafólki, sum eisini hava fylgt krúnprinsafamiluni nú meðan tey eru í Føroyum.
Hetta var triði dagurin, og í dag, á fjórða degnum, tey eru á almennari vitjan, fara tey niður aftur til Danmarkar, og kongaskipið Dannebrog fer eisini.
Sambært skránni fer krúnprinsahúskið við Atlantsflog klokkan 14:35 í morgin, og beint eftir siglir Dannebrog av Miðvági.
Les eisini: Síðsti dagurin hjá teimum kongaligu í Føroyum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald