Mentan

Kristina á Váli solistur við Føroya Symfoniorkestri

Konsertir verða í Mentanarhúsinum í Fuglafirði leygarkvøldið og í Hátúni í musikkskúlanum í Havn sunnudagin

Kristina á Váli (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Kristina á Váli (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2026-06-23 09:45 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Komandi vikuskiftið spæla 25 strúkarar hjá Føroya Symfoniorkestri summarkonsertir í Mentanarhúsinum í Fuglafirði og í Hátúni Havn.

Konsertin í Fuglafirði leygarkvøldið verður skipað sum ein hugnalig kafékonsert, har áhoyrararnir kunnu sita og njóta ein kop af kaffi ella eitt glas av víni aftur við tónleikinum.

Í avbera vakra verkinum ‘Andante cantabile for cello and strings’ eftir Tchaikovsky, verður høvi at uppliva dugnaligu Kristinu á Váli sum solist.

Kristina á Váli byrjaði at spæla sello í Tórshavnar Musikkskúla, og fekk prógv frá Musikkskúlamiðnámi í 2010. Hon hevur síðani útbúgvið seg í USA, har hon tók Bachelor of Music frá John J. Cali School of Music í New Jersey og Master of Music frá Purchase Conservatory.

Kristina hevur framført í USA, Europa og Asia, m.a. í Carnegie Hall í New York. Hon er fastur limur í Føroya Symfoniorkestri og hevur, síðan hon flutti heim aftur til Føroya, verið ein virkin partur av føroyska tónleikalívinum.

Á skránni er tónleikur eftir Caroline Shaw, Mozart, Tchaikovsky, Elgar, Gershwin og Piazzolla.

Dirigentur: Catherine Larsen-Maguire

Solistur: Kristina á Váli

Longd: 60 min.

Atgongumerki til konsertirnar kunnu keypast her: www.atgongumerki.fo 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder